Umframt at felagsskapir sjálvir kunnu søkja um stuðul, ber eisini til hjá øðrum at koma við uppskoti um verkætlanir, ið hava stuðul uppibornan. Hevur tú eitt uppskot til,
hvør hevur uppiborið stuðul, vilja vit fegin hoyra frá tær. Betri-samtakið stuðlar í breiðari merking hugskotum, sum kann gera okkum tryggari, bøta um heilsuna, ella gera samfelag okkara betri.